Ávarar Evropa

Forsetin í Iran, Mahmoud Ahmadinejad, ávarar nú tey stóru londini í Evropa ímóti at taka undir við amerikonsku stjórnini og hennara fíggindaliga ágangi ímóti Iran, sum tikið verður til. Ahmadinejad sigur, at Iran heldur eyga við, hvat Evropa ger, og at hann ávarar tey evropeisku londini ímóti at fremja nøkur tiltøk ímóti landinum. Forsetin sigur, at koma nøkur ágangandi tiltøk úr Evropa, fara iranar at hava tað í huga tann dagin, teir fara at svara aftur.