Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, mælir nú bretum frá at taka seg burtur úr Evropasamveldinum. Tað ger hann í einari nýggjari samrøðu, sum bretska kringvarpið BBC hevur havt við hann.
Ta seinastu tíðina hava bretskir politikarar kjakast dúgliga um landsins limaskap í ES. Kjakið hevur víst, at rættiliga nógvir bretar halda, at landið skal fara burtur úr samveldinum. Júst hendan mótstøðan var ein orsøk til, at David Cameron, forsætisráðharri, ikki fór til Oslo, tá ES fekk Nobel-friðarheiðurslønina fyrr í mánaðinum.
Men Bretland eigur ikki at fara úr ES, sigur norski uttanríkisráðharrin.
-Tit eiga heldur at hugsa um, hvørjar fyrimunir tit hava av limaskapinum enn at hugsa um at fara burturúr, sigur Espen Barth Eide við BBC. Sjálvur er hann heitur talsmaður fyri, at Noreg skal fara upp í ES, og tí koma orð hansara í BBC ikki óvart á norskar fjølmiðlar.