Sum skilst, so er Haji Mutazz, varaovast í IS, dripin í einum amerikanskum dronuálopið týsdagin. Hetta hendi nærindis Mosul í norðara partinum av Irak, sambært amerikanska forsetanum.
Sambært CNN og Reuters hevur Haji Mutazz verið fíggjarleiðari hjá viðgongda islamistiska felagsskapinum.
Ein talsmaður fyri amerikanska trygdarráðið segði fríggjadagin, at Haji Mutazz varð dripin, tá eitt dronuálop rakti ein bil, hann sat í, nærindis Mosul í norðurirak. Abu Abdullah, ið var miðlaovasti hjá felagsskapinum, varð eisini dripin í álopinum.
Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at hildið verður, at Haji Mutazz er deyður. Somu tíðindi vóru eisini borin um allan heim í desembur í fjør, men tað vísti seg, at amerikanskir myndugleikar tá tóku feil.