Varandi strongd kann føra til demens

Granskarar kring heimin hava havt illgruna um, at strongd kann føra til demens. Nú bendir ein nýggj kanning á tað sama.

Granskarar kring heimin hava leingi havt illgruna um, at strongd kann føra til demens. Nú styrkir ein stór, nýggj kanning prógvini fyri, at her er ein samanhangur.

 

Tað veit fakblaðið 3F at siga.

 

Nýggja kanningin er ógvuliga umfatandi. Hon fevnir um fleiri enn 47.000 danir, sum hava fingið sjúkugreiningina strongd. Tað vísir seg nevniliga, at hesi fólk seinni í lívinum oftari verða rakt av demens enn onnur.

 

Kanningin er gjørd av donskum og amerikonskum granskarum, og hon er júst almannakunngjørd í American Journal of Epidemiology.

 

Nervasálarfrøðingurin, Kasper Jørgensen, sum starvast hjá Nationalt Videnscenter for Demens, hevur áður fylgt øðrum kanningum, ið snúgva seg um avleiðingarnar av strongd.

 

- Tað vísir seg nevniliga, at strongd slítir heilan, og eftir øllum at døma kann heilin tódna við varandi strongd, sigur Kasper Jørgensen.