Komandi vikuskiftið, fríggjadagin 1. februar og leygardagin 2. februar verður Orkustevnan 2013 hildin í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Heðin Mortensen, borgarstjóri setur orkustevnuna fríggjamorgun klokkan 10.
Endamálið við Orkustevnuni er at kunna um orkumál og at økja um vinnuvirksemi innan hesa vinnu. Orkustevnan savnar stovnar og fyritøkur á einum stað, har upplýst verður um møguleikarnar innan orkuloysnir til dømis grøna, alternativa, varandi og aðrar orkukeldur. Málið er, at endabrúkarin verður kunnaður um viðkomandi orku viðurskifti og fær greiðu á kunning og vørum á marknaðinum. Tískil bjóðar Orkustevnan besta og størsta vitanar- og framsýningardepil innan orkumál.
Á framsýningarøkinum vísa føroyskar fyritøkur fram sínar vørur og tænastur, sum hesar fyritøkur veita til privata húsarhaldið, sum er høvuðsmálbólkurin fyri Orkustevnuna.
Fyri at veruliga gera Orkustevnuna til ein viðkomandi vitanardepil í Føroyum innan orkumál, verður skipað fyri ráðstevnu undir Orkustevnuni. Her verða viðkomandi evnið viðgjørd frá serfrøðingum á økinum.
Fokusøkið á Orkustevnuni er: Sethús og onnur sløg av húsum (bjálving, sólfangarar, varmapumpur, lágorkuhús o.s.fr )
Orkupolitikur er javnan á dagsskrá í almenna rúminum, umframt at almennar metingar vísa ein stóran vøkstur av eltørvinum í Føroyum. Hetta sæst aftur í húsarhaldinum, sum verður við tíðini meira og meira elektrifisera. Tí seta hesi viðurskifti størri krøv til effektivisering av stýringum og tólum, og eisini til nýtslu og keyp av orkusparandi vørum og tænastum. Orkustevnan er tí eitt avbera gott og viðkomandi høvi hjá veitarum og almennum stovnum at luttaka og vísa fram sína serfrøði og vørur.
Ein av fyrireikarunum, Òlavur í Geil Guttesen, og Kári Mortensen, sum umsitur orkumál á Jarðfeingi vitjaðu morgunsendingina hjá Rás2 í morgun. Kári Mortensen kemur at halda fyrilestrar á orkustevnuni, bæði fríggjadagin og leygardagin. Hesir fyrilestrarnir verða um varandi orkukeldur.
Tað ber til at hoyra prátið Rás2 hevði við Òlav í Geil Guttesen og Kára Mortensen undir greinini.