Varandi orkukeldur - ein vegur úr búskaparkreppuni

Boðskapurin úr Poznan, har veðurlagsráðstevna júst hevur verið, er greiður: Átøk og íløgur í varandi orku er ikki einans neyðugt fyri at minka um útlátið av CO2 - tað er ein av fyritreytum fyri, at fáa búskaparhjólini aftur at mala.

"Víst er búskaparkreppan álvarsom. Men, tá talan er um veðurlagsbroytingarnar, stendur enn meira uppá spæl. Klimakreppan ávirkar okkara møguleikar fyri menning, og lívið hjá heimsins borgarum - nú og langt inn í framtíðina. Tí er alneyðugt at stjórnir kring allan heim hava hetta mál allar ovast á dagsskránni", segði ST-aðalskrivarin Ban Ki-moon tá hann setti politiska partin av veðurlagsráðstevnuni í Pólandi.

 

Og ráðharrarnir frá flestu av heimsins londum tykjast samdir í hesum boðskapi. Tað er ikki longur ein spurningur um hvørt menning av varandi orku og minking av CO2-útláti skal standa á dagsskránni, men í hvønn mun londini megna at koma til eina felags semju og eina nýggja avtalu at avloysa Kyoto-avtaluna á COP15 ráðstevnuni, sum verður í Keypmannahavn í 2009.

 

Veðurlagsmálið kann einans loysast í felag, og tí er optimisman vaksin munandi eftir at Barack Obama vann forsetavalið í USA. Hann hevur nevniliga greitt meldað út, at USA fer at nýta milliardir av dollarum at menna varandi orkukeldur, og ein ávís vón er tí um, at USA eisini verður við í næstu heimsavtaluni um at skerja CO2-útlátið.

 

Føroysk átøk

Mánadagin skipar Innlendismálaráðið við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, fyri ráðstevnu, har uppskot til virkisætlan fyri at minka útlátið av veðurlagsgassum verða løgd fram. Arbeiðið er niðurstøða frá einum arbeiðsbólki, sum CHE-samgongan setti í gongd, og er frágreiðingin eitt gott kjakgrundarlag undir teimum politisku átøkum, neyðug eru at seta í verk.

 

Føroyar eru í trongum skóm fíggjarliga við einum risa halli á fíggjarlógini fyri 2009. Men, hetta eigur at eggja okkum til, heldur enn at forða okkum í at gera varandi orku til eitt høvuðsátaksøki. Vit eiga beinanvegin at seta upphædd, ið munar - í støddini 100 mio kr - av til menning og implementering av varandi orkukeldum og orkusparingarátøkum. Hetta skal fevna um átøk fyri skipaflotan, framleiðslu á landi, almennar bygningar, privatu húsarhaldini v.m.. Málið er bæði at taka okkara part av ábyrgdini fyri at steðga veðurlagsbroytingunum, men ikki minst at gera okkum leys av bindingini til oljuna, sum ger okkara búskap sárbæran.

 

Nýggj arbeiðspláss

At seta pengar í menning av varandi orkukeldum og orkusparing skapar arbeiðspláss - og tað er fremsta politiska uppgávan, nú tað sansar at í búskapinum. Hetta er eisini ein orsøk til, at nógv av heimsins londum í løtuni seta stórseglini til at menna varnandi orkukeldur. Í týsklandi eru higartil 250 000 nýggj arbeiðspláss skapt innan hetta øki og sjálvt Póland, sum í stóran mun framvegis nýtir dálkandi kol, hevur minkað sítt CO2-útlát munandi við at satsa uppá varandi orku. ES er komið ásamt um 20% niðurskurð fram til 2020 í mun til 1990, India vil vera við, Stórabretland hevur sett málið til 26%, Norra vil skerja við 30% sviar kjakast um 35%, og í USA fer sum nevnt eitt siðaskifti fram á hesum øki. Saman við skandinavisku londunum eiga vit sjálvandi at vera við í oddinum, og við okkara støðugt vaksandi CO2-útláti, hava vit eina víðfevnda avbjóðing at venda gongdini.

 

Fíggjarkreppan má ikki nýtast sum ein umbering fyri at taka tungu tøkini á umhvørvisøkinum, tykjast alsamt fleiri lond at vera samd um. Tað snýr seg um at satsa uppá varandi orkukeldur sum ein sentralan part av loysnini uppá búskaparkreppuna. Ella sum svenski umhvørvismálaráðharrin, Andreas Carlgreen, segði í Poznan: "To act on climate change, is to make development possible."

 

Avbjóðingin vit standa í krevur vilja og dirvi til at seta heilt nýggja orkukós fyri Føroyar.

 

 

Poznan 12 des 2008