Hóskvøldið 2. apríl klokkan 19 skipar SEV fyri almennum fundi í Norðurlandahúsinum um varandi orku Varandi orka er á breddanum í Norðurlandahúsinum hóskvøldið.
Elfelagið SEV skipar hetta kvøldið fyri almennum fundi um sjóvarfallsorku, alduorku og vindorku.
Fýra fyrilestrar vera á skránni á fundinum, sum byrjar kl. 19.
Eftir at Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, hevur bjóðað vælkomin, heldur Knud Simonsen, lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, fyrilestur undir heitinum Sjóvarfallið ? ein varandi ótroytt orkukelda?
Næsti røðari verður Ólavur Gregersen, stjóri í P/F Sewave. Fyrilestur hansara kallast Alduorkuverkið, sum ikki sæst.
Triðja fyrilesturin heldur Leo Jensen, deildarleiðari í størsta danska orkufelagnum DONG Energy, undir heitinum Vindorka á elnetinum.
Fjórða og síðsta fyrilesturin heldur Lars Hansen, deildarstjóri í Dansk Energi, sum er samtakið hjá teimum hálvthundrað donsku elfeløgunum. Hann fer at røða um Orkuveiting í 2020.
Longdin á fyrilestrunum er 20-25 minuttir hvør.
Eftir fyrilestrarnar verður høvi hjá áhoyrarum at seta spurningar ella gera viðmerkingar til tað, sum sagt er. Til hendan partin av fundinum verður SEV-stjórin eisini við.
Miðað verður eftir at enda fundin kl. 21.
Øll hava ókeypis atgongd.