Avlopið í 2004 varð 27 milliónir krónur, og skal nýtast til neyðugar íløgur í el-netið og til varandi orku, sum skal minka CO2-útlátið. Her er talan fyrst og fremst um vind- og vatnorkuna í Eysturoynni.
Samanumtikið hepnaðist fíggjarárið 2004 væl. Framleiðslan burtur úr vindi og vatni øktist, og samstundis minkaði framleiðslan á motorverkunum. Tað bar við sær, at SEV keypti minni av olju í 2004 sammett við 2003.
Í samstarvi við Vestmanna Kommunu hevur felagið høvi at fylgja við sólorkuskipanini hjá vestmenningum.
Á vetnisøkinum, hevur SEV skipað samtakið, North Atlantic Hydrogen Association, saman við íslendska felagnum, Icelandic New Energy, og orkumyndugleikunum í Føroyum og Grønlandi. Hetta fyri at menna kunnleikan um vetni. Hesin orkuformur kann gerast ein týðandi partur í framtíðar orkuhøpi
SEV og Tórshavnar Kommuna eiga helvt um helvt av Fjarhitafelagnum, sum veitir húsum í Hoyvík hita frá Brennistøðini á Hjalla. Nú útbyggingin í Hoyvíkshaganum heldur fram, verður neyðugt at fáa meira hita til vega frá Sundsverkinum, og tí skal fjarhitaleiðingin millum Sundverkið og Brennistøðina á Hjalla útbyggjast. SEV hevur avgjørt at seta 2,5 milliónir krónur afturat í Fjarhitafelagið treytað av, at Tórshavnar Kommuna ger tað sama.
Avlopsorkan til fjarhita, sum er tøk á Sundsverkinum, kann hita umleið 2000 sethús alt árið. Við miðstøðuhita við gassolju, høvdu hesi hús brúkt seks milliónir litrar av olju um árið. Fjarhitin Tálmar harvið CO2-útlátið.
Sambært tíðindaskrivinum er størri opinleiki í SEV, aftan á broytingarnar í viðtøkunum í fjør. Henda opinleika fer Elfelagið í alsamt størri mun at vísa í verki. Í næstu viku fer SEV at senda øllum húsarhaldum og øðrum viðskiftafólkum hjá Elfelagnum ritið, SEV Í ORÐUM OG TØLUM. Í ritinum eru - umframt ársfrágreiðingina og ársroknskapin 2004 - greinar, myndir og talvur, sum lýsa partar av dagliga virkseminum hjá SEV.










