Í seinasta tíðindabrævi sínum sigur Kaupthing tað vera mest sannlíkt, at høgu oljuprísirnir eru komnir fyri at verða
Bara í ár eru prísirnir á olju hækkaðir nærum 60%, og tó at ein partur av hesum kann stava frá spekulatión, so metir Kaupthing ikki, at hetta hevur havt nakra stórvegis ávirkan.
- Útlit eru ikki fyri, at OPEC ella aðrir oljuframleiðarar fara at framleiða munandi meir í bræði, og sannlíkt er at eftirspurningurin fer at hækka. Tí meta vit, at meiri sannlíkt er, at oljuprísurin fer at hækka heldur enn lækka av álvara komandi hálva til heila árið, hóast einstakar lækkingar á 20%-30% kunnu koma fyri í styttri tíðarskeið, verður staðfest í tíðindabrævinum.