Varaløgmaður undrast eisini

Men løgmaður hevur hesa heimildina og tað mugu vit so bara taka til eftirtektar, sigur ein ikki sørt bilsin varaløgmaður Eilif Samuelsen nú eftir, at løgmaður hevur skrivað út nýval at verða 30. apríl í ár

Sum landsstýrismaður í skúlamálum hevur Eilif Samuelsen, varaløgmaður, lagt nøkur stór mál fyri tingið fyri ikki so mongum døgum síðani. Uppskot var um broytingar í fólkaskúlalógini, uppskot um yrkisútbúgvingar og yrkisskúlalóg og uppskot um útbúgvingar av almanna- og heilsuhjálparum, bert fyri at nevna nøkur sera týðandi uppskot.

Og Eilif Samuelsen fegnast um ta móttøku uppskotini fingu við 1. viðgerð og ivast onga løtu í, at tey høvdu verið samtykt í tí líki sum tey vóru framløgd. Men nú verður hetta av ongum, ið hvussu so er verða tey ikki samtykt við honum sum landsstýrismanni, og tað harmar Eilif Samuelsen, sum ikki er nakar opinskáraður sambandsmaður og leggur sjógv ímillum seg og løgmann.


Fleiri ára arbeiði

? Vit hava arbeitt við hesum uppskotum í fleiri ár og á ein hátt kann sigast, at hetta arbeiði er gjørt til onga nyttu, men so hinvegin er sjálvandi møguleiki at leggja tey fram av nýggjum og verða helst fleiri uppskot løgd fram í sama líki sum nú, sigur Eilif Samuelsen.

Spurdur, um hann einki visti um, at løgmaður fór at skriva út nýval, um hann og løgmaður ikki høvdu tosað saman um tað, um hann ikki hevði nakra kunning um hetta, sigur Eilif Samuelsen, at tað kom púra óvart á hann, og hann sigur eisini uppaftur, at hetta er ein sera harmilig støða.


Nøgdur við landsstýrini

Og viðvíkjandi spurninginum, um hann hevur verið nøgdur við løgmann, Edmund Joensen, svarar Eilif, at tað hevur hann.

? Mær hevur dámað løgmann sum leiðara og havi einki at finnast at, og mær hevur eisini dámað samstarvið í landsstýrinum, sum hevur gingið væl øll árini, eisini landsstýrið, tá ið Javnaðarflokkurin var við. Og tað harmaði meg, tá ið Javnaðarflokkurin fór.

? Tað er einki løgið ella forgjørt í tí, at vit ikki til allar tíðir hava verið samdir, men í flestu førum hava vit tosað okkum til sættis, leggur Eilif Samuelsen aftrat.

Viðvíkjandi spurninginum, um løgmaður ikki heldur átti at lagt frá sær og t.d. fingið varamann sín fyri seg, svarar Eilif Samuelsen, at løgmaður hevur hesa heimildina at skriva út nýval, og tað mugu vit so bara taka til eftirtektar.