Helgi Abrahamsen
Eg síggi, at Høgni Hoydal í bløðunum roynir at siga okkum, at føroyski búskapurin í 2000 var 96% sjálvbjargin.
Roknistykkið sær nakað soleiðis út:
Út frá hesum kemur Høgni til ta niðurstøðu, at í fjør komu ?bert? 373 mió. krónur av danska blokkstuðlinum inn í føroyska búskaparrenslið, og svarar hetta til 4% av samlaðu bruttotjóðarúrtøkuni.
Hetta er eitt fullkomuliga láturligt roknistykki, sum tað ikki sømir seg einum varaløgmanni at koma við. Men landsstýrið er eftir øllum at døma desperat eftir at ?prógva? fyri Føroya fólki, at fullveldi ber til.
Eru minni sjálvbjargin nú enn í 1999
Um vit seta eitt sama salgs roknistykki upp fyri 1999, sum Høgni ger fyri 2000, so sær tað soleiðis út:
Út frá hesum sæst, at landskassin var 76 mió. krónur meira bundin av blokkinum í 2000, enn hann var í 1999.
Somuleiðis vísa roknistykkini at varaløgmaður sigur beinleiðis ósatt, tá hann skrivar: ?Seinastu trý árini er støðugt meira av blokkstuðlinum lagdur til viks og hildin uttanfyri føroyska búskaparrenslið?. Veruleikin er, at avlopið hjá landskassanum minkar, meðan blokkurin veksur.
Brúkar tøl sum best ber til
Stutt eftir seinasta løgtingsval skrivaði Høgni Hoydal at Føroyar vóru um at vera búskaparliga sjálvbjargnar, tí ?í løtuni er yvirskotið á gjaldsjavnanum umleið tað sama sum blokkurin?.
Seinni (tá gjaldsjavnaavlopið ikki longur sá so gott út), byrjaði Høgni Hoydal at samanbera blokkin við landskassaavlopið. Men tá hetta heldur ikki strekti til vórðu kommunukassarnir taldir við, og avdrøgini vórðu eisini trekt frá.
Nú er eisini avlopið hjá landskassanum byrjað at minka, og tí roynir varaløgmaður, sum nakað nýtt, at rokna munin millum blokkstuðulin og landskassaavlopið sum prosentpart av bruttotjóðarúrtøkuni. - Spennandi verður at vita hvat hann finnur uppá, tá heldur ikki hetta talið røkkur til longur.
Blokkstuðul 975 mió. krónur
Avlop landskassans (áðrenn avdrøg) 602 mió. krónur
Munur 373 mió. krónur
Blokkstuðul 945 mió. krónur
Avlop landskassans (áðrenn avdrøg) 648 mió. krónur
Munur 297 mió. krónur