-Hetta málið er ikki ókent fyri Heðin Mortensen ella aðrar býráðslimir, so eg skilji rætt og slætt ikki hvat Heðin meinar við, tá hann sigur, at meira kunning má fáast um málið, sigur Bogi Andreassen, varaborgarstjóri, um málið um Stórutjørn. Í farnu viku skuldi býráðið í Havn taka støðu til eitt uppskot frá einari samdari byggi og býarskipanarnevnd, um at broyta byggisamtyktina fyri Stórutjørn, soleiðis, at kirkjugarður og frískúli kundi byggjast á økinum. Men Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu valdi at taka málið av skránni soleiðis, at býráðslimir kundu fáa meira kunning í málinum.
-Hetta málið er ikki ókent fyri Heðin Mortensen ella nakran annan í býráðnum, so eg skilji ikki hvat Heðin meinar við, sigur Bogi Andreassen, sum er formaður í byggi og býarskipanarnevndini.
Heðin Mortensen hevur eisini víst á, at hann framvegis hevur álit á, at Stóratjørn verkætlanin verður til veruleika, men hesum er varaborgarstjórin ikki samdur í.
-Eg eri samdur í, at ein stórur miðdepil skal verða í Hoyvík, men Stórutjørnverkætlanina trúgvi eg ikki uppá, sigur Bogi Andreassen, sum ikki skilur hugsanina hjá borgarstjóranum á økinum.
Umsitingin hjá Tórshavnar býráð hevur nýtt nógva orku og ikki minst pening uppá málið, sum nú aftur skal í nevnd og í umsitingina at viðgerast.
-Nú skal málið aftur í nevnd, og vit mugu kunna býráðslimir, soleiðis um borgarstjórin ynskir, og síðani má býráði taka eina skjóta avgerð, sigur Bogi Andreassen, sum heldur málið verða drigið ov langt út. Hann staðfestir eisini, at broytingin í byggisamtyktini ikki fer at broyta ætlanina um at gera ein miðdepil á Stórutjørn einaferð í framtíðini.