Síðani tíðindafundin hjá nýggju samgonguni i Havn í gjáramorgun, hava vit hoyrt nógv um brúkaragjøld á eldraøkið í Havn.
Tað var Bergun Kass, nýggja forkvinnan í eldrabólkinum hjá samgonguni, sum ró uppundir at innføra fleiri brúkaragjøld í eldraøkið.
Men nú kemur samgongan á Vaglinum við einari rættleiðing til tað, sum Bergun Kass segði.
- Lat tað vera púra greitt: Samgongan hevur ongar ætlanir um at privatisera ella útveita kjarnutænastur á eldraøkinum. Og samgonguskjalið nevnir einki um brúkaragjøld. Tað sum samgonguskjalið staðfestir er at: Samgongan raðfestir eldraøkið høgt í komandi valskeiði. Fleiri átøk skulu tryggja góðan aldurdóm við virðiligum loysnum, skriva tey í tíðindaskrivi júst nú.
Víðari siga tey:
- Brúkaragjald er og hevur leingi verið ein partur av fíggingini av eldraøkinum. Búfólk á røktar- og ellisheimum rinda part av gjaldinum fyri búpláss, brúkarar av mattænastu, hýruvognskoyring, venjingum o.ø. rinda ein lítlan part av samlaða kostnaðinum av hesum tænastum. Soleiðis verður gjørt í øllum kommunum kring landið og ymiskt er frá kommunu til kommunu, hvat gjald verður tikið frá borgarum fyri hvørjar tænastur. Borgarar í Tórshavnar kommunu kunnu vera sannførdir um, at nýggja samgongan ikki ætlar at broyta hesa mannagongd










