Íslendsku myndugleikarnir ávara í kvøld um, at ein sterkur jarðskjálvti kann raka norðara partin av landinum innan stutta tíð, og at íbúgvarnir eiga at vera fyrireikaðir.
Ávaringin kemur eftir ógvusligastu rystingarnar í økinum í 20 ár.
Tilbúgvingarstýrið sigur, at ristingarnar eru hendar 20 kilometrar út fyri strondini, og hetta er orsøkin til ávaringina, sum varð send út í kvøld, hóskvøldið.
Stýrið sigur, at ein av ristingunum máldi 5,6 á Richterstiganum, og at slíkar ristingar ofta føra til enn sterkari jarðskjálvtar.
- Fólk er bangin, tí tey vita ikki, hvat hendir, sigur Ámundi Gunnarsson, leiðari fyri sløkkiliðnum í Fjallabygd.
Hann leggur tó dent á, at gerandisdagurin gongur víðari sum vanligt hóast vandan fyri jarðskjálvta.
Tað eru fleiri bygdir við fáum túsund íbúgvum fram við strondini.
Størsti býur í norðara parti av Íslandi er Akureyri, ið hevur umleið 17.000 íbúgvar.
Jarðfrøðingurin Benedikt Ófeigsson sigur, at hús í Íslandi vanliga kunnu klára ein jarðskjálvta á 7 á Richterstiganum.
- Sjálvandi kunnu skaðar henda við so sterkum jarðskjálvta, men húsini verða standandi, sigur Benedikt Ófeigsson.
Reykjavík (myndin) liggur á suðurlandinum, og tí ikki í vandaøkinum.