Ávara um salmonella í mini mais

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti at eta eitt ávíst slag av mini mais úr Teilandi.

Orsøkin er, at salmonella er funnið í onkrum av hesum pakkunum.

Talan er um mais í svørtum plastbakkum við klárum plasti útyvir og vektin á pakkunum 125 gramm.

Etikettin er gul við grønum og svørtum teksti, og pakkarnir eru merktir Ex-presmann.

Lotnummarið er L.1322F12.

Vøran hevur verið at fáa til keyps í føroyskum handlum, men er nú tikin av hillini.

Vandi er fyri at verða smittaður av salmonella, verður maisið ikki hitað nóg væl, ella tað dálkar aðrar matvørur, hendurnar ella køksamboð.

Sjúkueyðkennini eru kvalmi, spýggja, magapína, leyst lív og fepur og Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir teimum, sum kanska hava keypt hetta slagi av maisi um at beina tað burtur.