Ávara um dopingevni í kostískoyti

Heilsufrøðiliga starvsstovan ávarar nú brúkarar ímóti vøruni "Craze", sum verður marknaðarført sum avriksfremjandi kostískoyti.

Vøran "Craze" er greinað av svensku mynduleikunum og inniheldur 2 evni, sum ikki eru lýst í merkingini. Tað snýr seg um dopingevnini fentylamin og N-etyl-1-fenyl-butan-2-amin. Hetta eru evni, sum kunnu hava álvarslig hjáárin.

Fenetylamin er bæði í sínum bygnaði og farmakologiskt líkt amfetamini. N-etyl-1-fenyl-butan-2-amin hevur evnafrøðiligar líkheitir við amfetamin og metamfetamin.

Av lættari hjáárinum kunnu nevnast svøvnloysi og hækkan av blóðtrýstinum, meðan álvarsligari hjáárin umfata ávirkan á miðnervalagi og í ávísum førum deyðsfall.

Craze verður marknaðarført og selt sum kostískoyti á fleiri útlendskum heimasíðum.

Á heimasíðuni hjá Fødevarestyrelsen fyrr í ár verður sagt at Anti Doping Danmark fær fleiri fráboðanir um vøruna Craze. Á heimasíðuni hjá Anti Doping Danmark er kunning at finna um kostískoytir og doping.

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir brúkarum til altíð at kanna kostískoyti gjølla, ið verða seld á internetinum og ikki í vanligum handlum.