Varað tín munn

Ráðini, Torbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður, hevur til eftirmannin eru, at hann skal ansa eftir, hvat sagt verður, og hvussu tað verður sagt

 

Politikkur

Tað verður mest hugt at, hvussu atburður og orðalag hjá landstýrismanninum eru, meðan politikkurin má víkja fyri persóninum, sigur Torbjørrn Jacobsen.

Hann hevur tey greiðu ráð til eftirmann sín, at hann skal ansa eftir orðavalinum, tá hann fer út við einumhvørjum boðskapi.

Sjálvur hevur Torbjørn Jacobsen mangan verið rættiliga buldraligur í sínum orðavali og hevur, tá funnist hevur verið at tí, skotið seg undir, at hann er uppvaksin umborð á skipi, og har verður tosað soleiðis.

Upp á spurning á tíðindafundi í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum í samband við, at hann legði frá sær, vísti hann til, at í løgtinginum er bert ein sjómaður, og tað er Henrik Old, sum eisini kann vera rættiliga bumsutur í sínum orðavali.

Men tann grundgevingin heldur ikki. Og tá Torbjørn Jacobsen eftir sjálvan tíðindafundin var spurdur beinleiðis, um slíkt tos ikki er tvætl og undanførsla, ásannaði hann, at tað meira er hansara persónligheit enn vani millum skipsmen at leika so í.

Hann heldur, at royndin at broyta persónin Torbjørn Jacobsen til ein meira diplomatiskan mann er miseydnað.

?Tað er ikki bara sum at siga tað at broyta ein mann, sum er vorðin 45 ár.

Hinvegin lat hann ongan iva vera um, at hann gevur lítið fyri menn í dýrum klædningum við stressmappu og tómum høvdi, sum ongantíð koma við eini ordiligari útmelding, sum umheimurin skilir.

Torbjørn Jacobsen metir eftir øllum at døma seg sjálvan vera blivnan ein trupulleika fyri Tjóðveldisflokkin og hevur ásannað, at trupulleikin má flytast út úr samanhanginum, so politikkurin kann koma fram um persónin aftur.

? Eg ofri persónin fyri sakina, sum han tók til á tíðindafundinum.

Men hann vil iki siga, um hann er givin í politikki fyri well, ella um hann stillar uppaftur, um boð vera eftir honum.

Um tíðina sum politikkari segði hann, at hann hevur havt sera gott samstarv við ávísar politikarar, og nevndi ungu tjóðveldispolitikararnar, sum vanliga verða mettir sum nýskipanarsinnaði vongurin í flokkinum.