Sambært amerikonskum keldum eru norðurkoreanar lidnir við at lata brennievni á eina langtberandi rakett, men vánaligt veður hevur forðað teimum at royna hana. Men sambært veðurmonnunum fara líkindini at batna mitt í vikuni.
USA, Japan og Suðurkorea hava boðað norðurkoreansku stjórnini frá, at tey eru harðliga ímóti teirri ætlaðu rakettroyndini.
-Verður royndin kortini framd, fara vit at tosa við amerikanararnar, og síðani fara vit at taka hóskandi stig, segði japanski forsætisráðharrin, Junichiro Koizumi, í gjár. Hann sýtti tó fyri at siga, hvørji stig kunnu koma upp á tal, men japanskir embætismenn hava sagt, at tað kann koma upp á tal at kalla trygdarráðið hjá ST saman at umrøða málið.
Norðurkorea skelkaði umheimin í 1998, tá landið royndi eina langtberandi rakett, sum fór ígjøgnum japanskt loftrúm, áðrenn hon datt niður í Kyrrahavið. Hildið verður, at rakettin, sum norðurkoreanar ætla at royna hesaferð, ber so mikið langt, at hon kann raka mál í Alaska.
Amerikanskir fylgisveinar hava tikið myndir av einari rakettstøð í Hamgyong-landspartinum har norðuri í Norðurkorea, og sambært Reuter vísa myndirnar, at støðin er til reiðar at royna eina rakett.
Summir eygleiðarar halda, at Norðurnorea fer at nýta høvi til at royna ta nýggju rakettina, nú altjóða samfelagið hevur vent eygunum ímóti Iran og tess kjarnorkuætlanum.










