Ávara nú um falska koppseting

- Vit hava eisini peikað á tey mest aktuellu støðini, har kriminell kunnu royna at stjala koppingarevni undir flutningi, sigur leiðarin í Europol.

 

Europol ávarar nú um, at fólku kunnu fáa tilboð um falskar koronukoppsetingar. Tey meta, at kriminell saktans kunnu finna upp á at misbrúka støðuna, nú stórur eftirspurningur er eftir koronu-koppsetingum.

Tað er leiðarin í Europol, Catherine De Bolle, sum kemur við hesi ávaring. Hon heldur, at vandi er fyri, at kriminell fara at bjóða út koppsetingar á sosialum miðlum. Tískil heitir hon á fólk um at vera varin og ikki leypa framav.

Vandin er bæði, at slíkar koppsetingar kunnu vera falskar, men eisini, at tær kunnu vera vandamiklar. Europol hevur sent út ávaringar til øll limalond um vandan fyri følskum koppsetingum.

Catherine De Bolle sigur, at myndugleikarnir eisini mugu vera fyrireikaðir upp á, at onkur kann fara at royna at stjala koppingarevnið undir flutningi, nú eftirspurningurin er so stórur, og skamtaninar í byrjanini ikki eru so stórar.

- Vit hava longu nú peikað á tey mest aktuellu støðini, har kriminell kunnu finna upp á at royna at stjala koppingarevni undir flutningi, og nú er samstarv millum løgregluna í øllum ES um at verja flutniningin av koppingarevni, sigur Europol-leiðarin.