Ávara móti vandamiklum narko

Kriminalpolitiið hevur lagt hald á eina týðandi nøgd av einum sera vandamiklum narkotiskum evni og heitir inniliga á fólk um at ansa sær.

Evnið nevnist MDMA og er tað virkna evnið í ecstasy. Í tí, sum hald er lagt á, er konsentrasjónin sera høg, sigur Mikkjal Thomassen, leiðari fyri narkodeildini hjá politinum.

Hetta evnið líkist tí, sum ein svii doyði av og onnur, sum vóru á Roskilde-festivalinum, høvdu fingið í seg.

Heitt verður á tey, sum eitt nú fara á komandi festivalirnar um at ansa sær sera væl og lata vera við at drekka nakað, sum tey fáa frá øðrum. Evnið kann nevniliga loysast upp í vatni og øðrum flótandi.

- Brúkið vit og skil, sigur Mikkjal Thomassen.