Ein vandamikil klænkitablett, sum bæði kann geva hjartasteðg og heilabløðingar, verður seld frá einari danskt talandi heimasíðu, sum eitur usabutikken.com
Men tað er talan um ólógliga marknaðarføring av tablettunum, sum millum annað verða seldar undir navninum Rezolution Thermogenic Diet Pill, og sum innihalda 1,3 dimethylamylamin, eisini kalla DMAA.
Mett verður, at DMAA er vandamikið, og danska Fødevarestyrelsen ávarar tí ímóti at taka hesar tablettir.
Ein svenskur maður, sum hevur tikið tablettirnar, fekk hjartasteðg í 15 minuttir, áðrenn læknarnir fingu lív í hann aftur. Eisini eru dømi um heilabløðingar orsaka av hesum tablettum.
Danskir myndugleikar kunnu ikki hava eftirlit við útlendskum heimasíðum, og tí heita danskir myndugleikar á fólk um at hyggja væl eftir, áðrenn keypt verður av netinum.
Hetta veit heimasíðan hjá Ekstra Blaðnum í dag.
Eisini Heilsufrøðiliga starvsstovan ávafrar fólk ímóti hesum klænkitablettum og heitir á fólk, sum hava keypt teir á netinum, um at beina tær burtur.