Men vit harmast um, at eingin langtíðarfíggjarætlan er gjørd fyri komandi árini. Vit sakna eina langtíðarætlan til tær íløgur, sum partvíst eru samtyktar í býráðnum, eitt nú brúgvin um Sandá, Musikkskúlin og fótbóltsvøllurin í Hoyvík, bara fyri at nevna nøkur dømi.
Tað tykist eisini eitt sindur ódámligt, at ongar ætlanir eru um at minka um skuldina hjá kommununi, tí lagt verður upp til at læna pening til avdráttir í 2011. Tórshavnar Kommuna ætlar sambært framløgdu fíggjarætlanini als ikki at rinda avdráttir upp á tikin lán, men bert rinda rentur. Hatta merkir, at kommunan skal út og læna upp í 17 milliónir kr. næsta ár til at rinda avdráttir fyri. Bara rentuútreiðslurnar í 2011 verða næstan 12 milliónir krónur.
Havast má í huga, at skattaprosentið er hækkað tvær ferðir undir hesari samgonguni, samstundis sum lániskuldin er komin upp á 176 milliónir krónur.
Um kommunan framhaldandi skal hava eitt gott gjaldføri, verður allarhelst neyðugt at lána seg til tøkan pening í 2011. Um hetta gerst neyðugt, kemur samlaða lániskuldin hjá kommununi heilt upp í 225 milliónur krónur í 2011.
Alt bendir á, at neyðugt verður við slíkum gjaldførisláni, tí sambært seinastu útmeldingunum, kemur Tórshavnar Kommuna út úr 2010 við einum halli upp á 51 milliónir krónur. Tá kommunan brúkar meira pengar enn tað koma í kassan, so eru ikki so nógvir aðrir møguleikar, enn at troyta lánimarknaðin.
Meira vit læna, minni verður frælsið hjá kommununi til íløgur og allar tær stóru avbjóðingarnar, sum liggja fyri framman.
Hesar tankar ætla vit at taka við, tá býráðið hóskvøldið vónandi í semju kann viðgerða fíggjarætlanina fyri 2011 fyrstu ferð.