í síðstu viku var Anders And blaðið tikið av hillunum, tí eingin vørulýsing var av einum pakka við smyrsli, sum fylgdi við blaðnum.
Smyrslið var ætlað børnunum, nú EM í fótbólt verður spælt í Belgia og Hollandi.
Tað óhefta Grøn Informatión sigur seg hava fingið at vita frá norskum myndugleikum, at krabbaelvandi og hormonórógvandi evni vóru í smyrslinum, sum fylgdi við Anders And blaðnum.
Eingi av evninum í smyrslinum eru ólóglig, men talan er um kemisk evni, sum verða mett sum ein vandi móti umhvørvinum, umframt at tey kunnu framkalla allergi.
Grøn Information mælir bæði børnum og vaksnum til at nýta smyrsl, sum verður nýtt á føstulávint og fæst í øllum leikuhandlum, um tey hava hug at mála seg í andlitinum, nú fótbóltsfeburin rættiliga ger um seg..
Erling Olsen hevur verið væl dámdur millum flest allar politikarar á Christiansborg. Hann fekk eisini heitið ?Uglin? fyri sítt góða vit og skil.
Nú hann enn einaferð leggur leiðina aftur til Danmarkar úr Føroyum hevur hann eisini nógvan nýggjan førning við sær. Hesaferð ikki til at brúka í politiskum arbeiði, men at hava við sær til hús.
-Eg er heilt hugtikin av øllum tí eg upplivað hesar dagarnar. Ikki minst av tiltøkunum í Norðurlanda-húsinum, har hann eisini var við til framførsluna av Jesus og Makedonarin. -Hetta var ein framúr vøkur framførsla. Eg eri virkuliga ovfarin og havi fingið uppaftur størri alsk til Føroyar eftir hesa stóru upplivingina sigur Erling Olsen, sum heldur tað vera eindømi fyri eitt fólk, at tað skal hava fostrað so nógv mentanarfólk. -Eg haldi tað er ljósið og isolatiónin, sum geva íblástur til tey mongu listarfólkini.









