Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti tablettum, sum skulu vera serliga góðar til kvinnur í skiftisárinum, tí tær tálma hitabylgjum og broytingum í sinnalagnum.
Talan er um kosttilskot, har evni av plantuni, Cimicifuga Racemosa er í.
Plantan verður eisini nevnd Svørt Slangurót, Silvurljósrót og Black Cohosh.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at hendan plantan er vandamikil, tí hon kann elva til livurskaða.
Hetta er ein ávaring frá danska matvørueftirlitinum, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan nú ber víðari til føroyingar.
Serliga verður ávarað ímóti hesum náttúruheilivági: Femivital, Black Cohosh/Sort Cohosh, Black Cohosh Cimicifuga og Menozac.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir øllum, sum liggja inni við nattúruheilivági av hesum slagi, um at tveita tær burtur.
Hetta eru náttúruheilivágur, sum verða seldar á ymsum útlendskum heimasíðum, eisini heimasíðum, sum serliga venda sær til danskar brúkarar.
Heimasíðurnar eru ofta á donskum og summar teirra bjóða enntá leiðbeining umvegis telefon.
Onkur heimasíða lýsa eisini, at tað eru danskir læknar, sum eiga hana.
Danskir myndugleikar eru kunnaðir um hesar heimasíðurnar.
Útlendskar heimasíður eru ikki undir donskum, ella føroyskum eftirliti og tí er neyðugt at vísa størsta varsemi, tá ið kostískoyti verður keypt á netinum, helst tá ið talan er um at keypa av útlendskum heimasíðum.
Undir øllum umstøðum verður mælt til, at tey sum taka kostískoyti, kunna seg serstakliga væl um tey evni, sum eru í tí, serliga tá ið talan er um ískoyti, sum bara verður selt á netinum og ikki í handlunum.
Serliga stórt varsemi krevst, har vørulýsingin ikki er nøktandi.
Men tað ber eisini til at fara inn á heimasíðuna www.altomkost.dk at kanna um eitt kostískoyti er skrásett og góðkent í Danmark og um tað sostatt eisini er undir eftirlitið av matvørueftirlitinum.
Myndin er av Femivital, sum er eitt slag av kostískoyti, ávarað verður ímóti.










