Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti klænkiktablettini ið nevnist ?Helsingørpillen. Starvsstovan upplýsir á heimasíðu síni, at Danska Matvørustýri hevur staðfest, at klænkitablettin, Helsingørpillen, verður seldur á heimasíðuni www.helsingorpille.dk.
Í hesi klænkitablettini er bæði eitt evni, ið nevnist synefrin og tað betri kenda evnið, koffein.
- Samansetingin av synefrin og coffein kann ávirka meginnervalagið og elva til hjarta- og æðraskúkur og aðrar sera álvarsligar sjúkur.
- Tí ávarar Danska Matvørustýrið nú brúkaran ímóti at keypa Helsingørpillen.
Heimasíðan www.helsingorpille.dk er skrásett og ?hosted? í Svøríki og tí er hon ikki undir eftirliti av donsku mynduleikunum.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar um, at tað er av stórum týdningi at kunna seg væl um kostískoyti, áðrenn keypt verður umvegis alnetið.
Serliga er orsøk til at vera varin tá ið kostískoyti, sum verður selt umvegis internetið, ikki eru at finna í vanligum handlum.
Á hesi heimasíðuni, www.foedevarestyrelsen.dk, ber til at síggja um eitt ávís kostískoyti er á lista yvir evni sum eru loyvd at selja í Danmark.
Á heimasíðuni hjá Danska Matvørustýrinum, sum er á www.altomkost.dk, fæst at vita um eitt ávíst kostískoyti er skrásett har og harvið fevnt av staksýniseftirlitinum hjá mynduleikanum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar ímóti kostískoyti. Í summar varð ávarað ímóti kostískoytinum, Animal Cuts, sum er undir illgruna fyri at vera orsøkin til álvarsligan livraskaða hjá danskari kvinnu.