Landssjúkrahúsið hevur sent út eina ávaring móti einum donskum felagsskapi, sum heitir á fólk og fyritøkur at lata pengar til føroysk børn, men talan er um fuppfyritøku. Ein dansktalandi felagsskapur við teldupostadressu taha@buy-aid.com <mailto:taha@buy-aid.com> ringir í hesum døgum og heitir á fólk, virkir og stovnar um at lata pening til jólagávur og undirhald til 70 sjúk føroysk børn, sum tey siga eru í Danmark og ikki sleppa heim til jóla.
Her er talan um fupp og Løgreglan er kunnað um málið, sigur Sjúkrahússtjórin í einum teldubrævi til fjølmiðlarnar.