Heilsufrøðiliga Starvstovan nú ímóti einum slagi av turkaðum fikum, sum eru seldar í Føroyum
Talan er um fikur úr Spania, nevniliga fikur frá Dragofa, sum er í pakkum við 500 grammum í.
Fikurnar eru merktar at vera best fyri 31. juli í ár. Ean strikukotan er 570140361020 og fikurnar eru pakkaðar í Spania.
Fikurnar eru seldar í føroyskum handlum og orsøkin til at ávarað verður ímóti teimum, er, at tað er funnið ov stórar nøgdur av eiturevninum, aflatoksin, í teimum
Aflatoksin er eitt eiturevni, ið soppur á fikunum ger. Aflatoksin verður serliga gjørt í turkaðum fruktum, nøtum, og øðrum. Tað er undir illgruna fyri at vera ógvuliga krabbameinselvandi, eitt nú er tað undir illgruna fyri at elva til krabbamein í livrini og tí er mark sett fyri, hvussu nógv aflatoksin kann vera matvørum.
Tí heitir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á fólk, sum hava keypt av hesum ávísu fikunum, um at tveita tær burtur, ella at lata handlunum, haðani tær eru keyptar, tær aftur.










