Ávara ímóti at leggja fleiri avgjøld á ferðafólk

Tað er ikki rætt, at bøndur, hvør í sínum lagi, leggja avgjald á ferðafólk fyri at ganga í fjøllunum

Vit skulu vera varin við at leggja fleiri avgjøld á útlendsk ferðafólk, sum koma til Føroya. Tað var ein niðurstøða á aðalfundinum hjá Arbeiðsgevarafelagnum nú ein dagin.

 

Arbeiðsgevararnir ásanna, at nú ferðavinnan er í vøkstri, er tað freistandi at leggja avgjøld á tey, uttan at tey fáa nakað afturfyri. Eitt dømi um tað er, at í seinastuni hava fleiri bøndur gjørt av at leggja pening frá ferðafólki fyri at lata tey sleppa í fjøllini.

 

Men Arbeiðsgevararnir siga, at tess fleiri ymisk gjøld og tess fleiri ymsar skipanir, ið verða sett í gildi, tess óhøgligari og ólagaligari er tað hjá ferðasmiðjum at selja túrar kring oyggjarnar. Og sostatt verða tað truplari at røkka málinum um at spjaða ferðafólkið kring landið, halda tey

 

– Skal gjald takast, er neyðugt, at talan er um EINA skipan og EITT gjald, sum er galdandi fyri alt landið, staðfesta tey í arbeiðsgevarafelagnum.

 

Samstundis verður ofta nevnt, at ætlanin er at hækka prísin á ferðaseðlum, sum útlendsk ferðafólk skulu rinda fyri at sigla við Strandferðsluni.

 

Men arbeiðsgevararnir vísa á, at eisini hetta gongur eisini beint ímóti endamálinum at senda ferðafólk út um landið. Felagið heldur, at tað hevði verið betri at varðveitt prísin, sum hann er, men at gjørt avsláttarskipanir til tey fastbúgvandi, soleiðis at tey kunnu ferðast munandi bíligari.

 

Arbeiðsgevararnir halda, at tann gongda leiðin er at menna ferðavinnuna kring landið, so at ferðafólk kunnu fáa fleiri tænastur, sum tey so rinda fyri.

 

Tað verður ofta ført fram, at tað er ringt at fáa fígging til íløgur kring landið, men kanska kundi ein vinnuframaskipan bøtt um støðuna, halda arbeiðsgevararnir.

 

Teir nevna Nólsoy, sum eitt dømi um eitt øki, har nýggj hugskot og átøk spretta og festa røtur til frama fyri trivnað og fjøltáttað virksemið í oynni.

 

– Nólsoyingar hava loftað møguleikanum og gjørt vinnuveg burtur úr ferðavinnuni. Hinvegin er Mykines eitt væl umtókt ferðamál, har íbúgvarnir eru ørkymlaðir av, at tey fáa ov lítið burtur úr ferðavinnuna, tí vinningurin liggur aðrastaðni, samstundis sum at tað fer illa við náttúruni at tað eru so nógv ferðafólk í oynni.

 

– Hetta eru avbjóðingar, ið skulu takast í álvara, og tiltøk eiga at verða sett í verk, sum tryggja, at tað er liviligt fyri tey, sum búgva í økjum sum hesum, heldur Arbeiðsgevarafelagið.