Støðan er vanlukkulig, men ætlanin, sum landsstýrið ætlar at seta í verk fyri at loysa trupulleikan, er ikki góð. Tað sigur Javni, sum er felagið hjá fólki við menningartarni, og teirra avvarðandi.
Samgongan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at byggja tveir vardar bústaðir til fólk við serligum tørvi og seinnapartin í dag fer Løgtingið at viðgera málini.
Javni fegnast um at vardir bústaðir verða bygdir, tí onki er bygt til fólk við menningartarni í eini 40 ár. Avleiðingin er, at eini 30 fólk standa á bíðilista eftir at fáa bústað, umframt at 50 fólk búgva í bústaði, sum ikki er hóskandi at búgva í.
Men Javni ávarar kortini ímóti at seta byggingina í verk, soleiðis sum samgongan ætlar. Ætlanin er at byggja tveir bygningar við 18 bústøðum í hvørjum bygningi. Og Javni heldur, at tað er alt ov stórt, tí tey halda, at hetta fer at fáa vardu bústaðirnir at líkjast einum stovni.
Sannlíkindi eru fyri, at teir fyrimunir, ið fáast við stórrakstri, verða goldnir aftur við verri trivnaði hjá búfólkunum sigur Javni. Tey halda eisini, at tá ið so nógv fólk við menningartarni verða savnað saman í stórum bygningum, fer tað at stuðla upp undir at tey ikki fella inn í samfelagið, men verða útihýst úr samfelagnum annars.
Javni sigur, at gransking vísir, at tað skulu ikki vera fleiri enn seks bústaðir í einum bygningi. Fer talið uppum, verður verri hjábúfólkunum at fáa gott samband við hvønn annan, starvsfólkahópurin verður ov stórur, og gerandisdagurin fer at líkjast gerandisdagin á einum stovni
Javni mælir tí til, at at teir 36 bústaðirnir verða lagdir í tríggjar bygningar ístaðin fyri tveir, sum samgongan ætlar, soleiðis at 12 bústaðir verða í hvørjum bygningi.