Ávaraði Nobel-nevndina um avleiðingar

Norski uttanríkisráðharrin, Jonas Gahr Støre, ávaraði Nobel-nevndina um, at tað fór at fáa avleiðingar fyri viðurskiftini millum Noreg og Kina, um nevndin gjørdi av at lata Liu Xiaobo fáa ársins friðarheiðursløn.

Jonas Gahr Støre váttar fyri Aftenposten, at hann tosaði við formannin í Nobel-nevndini, Thorbjørn Jagland, áðrenn nevndin almannakunngjørdi avgerð sína. Hann vísir tó aftur skuldsetingum um, at hann royndi at leggja trýst á nevndina.

Tað hevur vakt ans í Noregi, at uttanríkisráðharrin vendi sær til formannin í Nobel-nevndini um avgerðina at lata Liu Xiaobo heiðurslønina. Tey atfinningarsomu vísa á, at stjórnin eigur ikki at leggja seg útií, hvørjar avgerðir Nobel-nevndin tekur, og onur vil vera við, at hetta er ikki hent fyrr.

Kina hevur víst sína misnøgd við avgerðina hjá nevndini við at avlýsa fleiri avtalaðar fundir við norskar politikarar.