Ávara foreldur um rúsevnismisnýtslu

Tað gerst alt meira vanligt, at skúlanæmingar royna at taka ymisk rúsandi evni. Rúsdrekka- og Narkotikaráðið er saman við løgregluni farið undir at kunna foreldur um, hvussu tey kunnu gerast varug við misnýtslu, og hvussu tey kunnu fyribyrgja henni

Rúsdrekka- og Narkotikaráðið er farið undir eitt nýtt átak saman við løgregluni. Endamálið er at kunna foreldur at børnum frá 6. flokki og uppeftir um vandan við rúsevnum og rúsdrekka.

Tað eru teir báðir Pól Jákup Thomsen frá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum og Regin Jørgensen frá løgregluni, sum ferðast kring landið. Kunningin er skipað soleiðis, at øll foreldur fáa boð um at koma á foreldrafund, og har leggja teir báðir sítt tilfar fram.

Teir leggja dent á at vísa foreldrum á tey serligu tekin, sum ung vísa, tá tey eru farin at nýta rúsevni. Vanligt er at draga gardinurnar fyri, og ein serligur roykur er eisini í rúmum, har roykt hevur verið hash ella okkurt annað slag av rúsevnum.

Eisini vístu teir øll tey amboðini, sum nýtt verða, tá rúsevni skulu njótast. Foreldur sluppu at lukta verulig rúsevni og roykin, sum gongur av hesum, so tey kunnu kenna tey aftur, um tey nakrantíð bera eyga við tey.

Víst varð eisini á, hvussu ein persónur, sum hevur tikið rúsevni, sær út. Um ein kennir til slíkt, so er lætt at síggja í eygunum, um ein persónur er ávirkaður ella hevur tikið rúsandi evni fyri stuttari tíð síðani. Slík fólk hava eisini ein serligan atburð, sum kann avdúka rúsevnisnýtslu.

Greitt verður eisini frá, hvussu rúsevni ávirka heilan og kroppin sum heild. Tað kann nevnast, at hash er í kroppinum í seks vikur, eftir at ein persónur hevur tikið tað.

Løgreglan greiddi frá, hvussu tað fer fram, tá ung kunnu fáa hendur á rúsevnum uttan stórvegis trupulleikar.