Ávara ferðafólk um Egyptaland

Støðan í Egyptalandi hevur nú fingið danska Uttanríkisráðið at ráða ferðafólkum frá at fara til Egyptalands.

- Vit fylgja væl við støðuni, og tað, sum er hent í Kairo tíðiliga í morgun og fyrrapartin hevur ført við sær, at vit vit ráða fólki frá at ferðast til Egyptalands í løtuni, sigur Torben Gettermann frá danska Uttanríkisráðnum við sjónvarpsstøðina TV2.

Tað vil siga, at mælt verður frá, at fólk ferðast til øki sum Kairo, Alexandria, Gaza og Nildeltaet. Undantikin eru Reyðahavið og økið við Aqaba, har ferðafólk ofta fara til Sharm-el-Sheikh og Hurgada.

- Í løtuni meta vit tað vera trygt hjá fólki at ferðast í økjunum við Reyðahavið og Aqaba, og vit halda eisini vakið eyga við støðuni, og hvussu hon broytist, sigur Torben Gettermann.

Tíðliga í morgun blivu 42 fólk skotin undir eini mótmælisgongu í Kairo. Tað hevur aftur skapað øsing í Egyptalandi, har fleiri ógvusligar mótmælisgongur hava verið seinastu tíðina, eftir at egyptiski forsetin Mohammed Mursi bleiv frákoyrdur tann 30. juni.