Næsta fríggjadag kemur nýggj vápnalóg í gildi í Danmark, og hon er nógv strangari enn lógin, sum er nú.
Løgreglan í Føroyum heitir sostatt á føroyingar, sum fara til Danmarkar at ferðast um at ansa eftir.
Í hesum sambandi vísir løgreglan á, at eftir nýggi vápnalógini í Danmark, er tað ólógligt at hava knív uppi á sær alment, eisini smáar felliknívar undir sjey sentimetrar.
Løgreglan minnir tí føroyingar, sum fara til Danmarkar at ferðast, um at hava hetta í huga, og at lata felliknívin liggja eftir, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur hjá løgregluna.
Revsingin fyri at bróta lógina, er bót, ella fongsul í upp til fýra mánaðir. Men undir skerpandi umstøðum kann talan vera um fongulsrevsing í upp til tvey ár.