Landsverk boðar frá hálku kring alt landið í morgun, og løgreglan sigur, at hagar hava fólk eisini ringt og ávarað um, at tað er sum á kalvbaki onkustaðni. Ein slík ávaring kom úr Vágum í morgun, men tað er eisini hált nógva aðra staðni við, heilt av gjáarskarði suður á Porkerisháls.
Landsverk sigur, at í morgum verður boðað frá hálku á hesum støðum: á Gerðabøi í Klaksvík, Á Gjáarskarði, á Heltnini, á Kambsdali, við Velbastaðháls, á Gøtueiði, í Runavík, eystan fyri Norðskálatunnilin, á Tjørnuvíkarvegnum, á Høgareyni, Á Sandavágshálsi, á Vatnsoyrum, á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð, í Kaldbaksbotni, og á Sundi.