Løgreglan ávarar nú tey, sum koyra á vegnum ímillum Kambsdal og Fuglafjørð og heitir á bilførarar um at vísa varsemi.
Orsøkin er, at tað er nógv olja komin á vegin ímillum Kambsdal og Fuglafjørð, og av tí sama er vegurin sera hálur og tí er at vísa varsemi, tá ið koyrt verður á strekkinum.
Løgreglan sigur, at eldur kom í ein bil, sum kom koyrandi, og tey halda, at tað er haðani, oljan er komin á vegin. Eldurin er sløktur og nú verður so farið undir at reinsa vegin fyri at fáa oljuna av aftur.