Varðveitti stjórnarvaldið

Tað eydnaðist tí liberala flokkinum og Mark Rutte, forsætisráðharra at varðveita valdið eftir tjóðartingsvalið í Niðurlondum í gjár. Tá 90 prosent av atkvøðunum vóru taldar í morgun, hevði tann liberali flokkurin VVD fingið 41 av teimum 150 sessunum í tinginum. Arbeiðaraflokkurin við Diederik Samsom á odda hevði fingið 39 sessir.

Samsom segði í morgun, at hann hevði staðfest úrslitið, og at hann hevði ynskt Mark Rutte (myndin) tillukku við sigrinum.

Politiskir eygleiðarar siga, at tað er ikki óhugsandi, at tann liberali flokkurin fer at lata arbeiðaraflokkinum tilboð um at skipa stjórn saman. Eygleiðararnir vísa á, at teir báðir flokkarnir eru samdir á nógvum økjum.

Tann stóri taparin á valinum var Frælsisflokkurin hjá Geert Wilders, sum misti 11 av teimum 24 tinglimunum, sum flokkurin hevði undan valinum.