Tá ið landsstýriskvinnan við mentamálum í januar mánað 2010 góðkendi álitið, sum Føroya Fornminnissavn og Múrbólkurin frá 2001 løgdu fyri hana á heystið 2008, var vegurin greiður til framtíðar varðveitingararbeiðini av Múrinum í Kirkjubø.
Seinasta summar varð farið undir kanningar, har denturin varð lagdur á siðsøguligar og byggilistarligar spurningar. Spurningar sum taka atlit at, hvussu Múrurin er bygdur, hvussu múrverkið er laðað, hvussu staklutir eru prýddir og um møgulig fordømi fyri byggingini og so framvegis.
Farið varð undir at kanna sjálvt múrverkið fyri at fáa skjalprógvað hvat enn er varðveitt av upprunaligum múrverki og fugum.
Slíkar bygningafornfrøðiligar kanningar eru ongantíð gjørdar áður av Múrinum. Tí er áhugin fyri og vónirnar til hvat fer at spyrjast burtur úr hesum kanningum stórur ikki minst sæð í einum Norðurlendskum og altjóða byggilistarligum høpi.
Nú verður hildið á fram. Pláturnar í veðurverjuni á norðurmúrinum uttan og innan eru tiknar niður, og sama er við plátunum á kapellinum uttan. Í ár verður eisini farið undir at kanna múrverkið í suðurmúrinum innan, hetta fyri at kunna sammeta innsíðurnar báðar, meðan pláturnar eru niðurtiknar.
Fyrireikandi arbeiðið byrjaði um mánaðarskiftið mai/juni og heldur fram til um 1. september.










