Jógvan Arge
Formaður í byggi- og
býarskipanarnevnd
Tórshavnar býráðs
????
Tórshavnar kommuna hevur í mong ár gjørt fitt burtur úr at varðveita ta gomlu Havnina so ella so.
Til tess hevur kommunan havt eina serliga ætlan fyri býarpartin úti á Reyni, sum í dag stendur sum ein fyrimynd fyri bæði okkum og onnur.
Eitt nú íslendingar eru grønir av øvund, tá teir síggja, hvussu vit eru farin um tann gamla býin, meðan teir hava sópað so at siga allan tann gamla Reykjavík burtur.
Hetta er ein kós, sum vit ætla at halda fram, tó uttan at darva menningini av høvuðsstaðnum óneyðugt í ókomnum tíðum.
Neyðugt er at skipa hesa stevnu fyri allan býin og fáa til vega dygt grundarlag fyri teimum avgerðum, sum skulu takast.
Gera kommunuatlass
Hildið verður, at tann stóri vøksturin í høvuðsstaðnum fer at hava alsamt størri krøv um tættleika og ferðslumøguleikar við sær, og hetta kann aftur hava við sær, at vandi verður fyri, at sumt, sum vert er at varð-veita, forferst av skundi og ósketni.
Tórshavnar kommuna er saman við Føroya Fornminnissavni farin undir undir eitt samstarv, sum hevur til endamáls at skráseta og meta um, í hvønn mun hús, býlingar, vegir og økir eru áhugaverd og verd at varðveita ?á ein hátt, so hetta ikki er í andsøgn við framtíðar býarskipan og menning", sum býarskipanardeildin tekur til í einum tilmæli.
Arbeiðið miðar eftir at gera eitt upprit ella álit, sum skrásetir og lýsir tað, sum er sermerkt og varðveitingarvert lutvíst ella í heilum líki. Farið verður fram verður eftir einum altjóða royndum framferðarhátti, nevndur SAVE, sum eitt nú verður brúktur til tey sonevndu kommunuatlassini í grannalondunum.
Tey eru ætlað almenninginum, umsitingum og politikarum sum upplýsing og grundarlag at meta út frá, tá nýggjar ætlanir verða lagdar og avgerðir skula takast um broytingar - ella varðveiting.
Gamla Havnin
Tórshavnar kommuna hevur í mong ár havt ein post á fíggjarætlanini, sum eitur Gamla Havnin. Henda játtan hevur verið eitt av amboðunum í arbeiðnum at varðveita gamla býin við sínum húsum, túnum og gøtum.
Hendan játtan hevur serliga verið ætlað býarpartinum niðast í Havnini, men gongdin hevur víst, at tørvur eisini er á at hava somu umsorgan fyri nýggjari býarprøtum og lutum av býarpørtum longur uppi í býnum.
Tí hevur byggi- og býarskipanarnevndin tikið undir við einum tilmæli um at fara undir skrásetingar- og lýsingararbeiðið í býnum sum heild. Ætlanin er, at álitið skal verða liðugt við ársenda í 2007.
Í álitinum skal eisini greiðast frá sermerktum náttúrøkjum og fornminnum í kommununi. Álitið sjálvt skal ikki taka endaliga støðu til, hvat ið eigur at verða varðveitt, men skal leggja fram tilfar, sum politiskar avgerðir kunna takast út frá.
Aðrastaðni taka landsmyndugleikarnir lut í tílíkum arbeiði til tess at fáa tað framt í stórum sum smáum kommunum. Tórshavnar kommuna hevur vent sær til landsstýrið um at gera tað sama, men hóast landsstýrið vísir áhuga, heldur tað seg ikki kunna luttaka beinleiðis.
Tesvegna hevur Tórshavnar kommuna tikið upp á seg at rinda kostnaðin av kanningararbeiðnum við vón um at fáa til vega dygt tilfar til frama fyri skilagóða framtíðar tilrættalegging við virðing fyri søguni og fortíðini.









