Varðveitið fólkapensjónina

Landsfelag Pensjónista heitir á løg­ting­ið um at varðveita fólka­pen­sjón­ina fyri øll.

– Latið mótrokningarfríu upp­hædd­ina sum útgangsstøði vera ver­andi 60.400 kr, og javnið hana við sama javn­ing­ar­procenti sum fólka­pen­sjón­ina. Á­s­etið eina nýggja skatt­skyld­uga grund­upp­hædd, sum er eins fyri bæði gift og ógift, um 66.000 kr. Nýt­ið bert løn­ar­inn­tøku, ikki pen­sjóns­upp­spar­ing, sum mót­rokn­ing­ar­grund­ar­lag í grund­upp­hædd­ini. Javn­ið fólk­a­pen­sjón­ina so­leiðis, at hon ikki aftur fer at dragna aft­ur­úr í mun til løn­ar­lag­ið, si­g­ur Lands­felag Pen­sjón­ista, sum heils­ar ting­fólk­um, at »Pol­i­tikk­ur er at vilja!«