Seinnapartin hósdagin handaði Ingi Mohr, fyrrverandi býraðslimur í Havn, 3186 undirskriftir til Jan Christiansen, borgarstjóra.
Undirskriftirnar eru mótmæli móti ætlanum at taka niður gomlu Degnshús, ið standa við Tinghúsvegin í Havn, og í staðin byggja ein nýggjan bygning í fimm hæddum.
- Hetta er órtúligt. Listarnir lógu einans frammi fáar dagar, og kortini var undirtøkan so góð. Hetta eru greið boð frá borgarunum í Havn um, at tey vilja varðveita húsini, sigur Ingi Mohr.
Nakrir listar liggja framvegis í handlum í Havn, og hesir verða savnaðir saman mánadagin, og verða síðan latnir borgarstjóranum.
Eingi lyfti
- Hóast vit ikki fingu tilsøgn um nakað frá borgarstjóranum, so havi eg vónir um, at úrslitið verður, at húsini verða varðveitt, sigur Ingi Mohr.
Hann vísir á, at býráðið á sinni samtykti at lata 200.000 krónur til at varðveita húsini.
Nú skal málið aftur í nevnd, og eisini er Fornminnisnevndin inni í málinum.
- Essensurin er, at vit mugu varðveita býarmyndina í Havn, sigur ein væl nøgdur stigtakari.