Á Hotel Føroyum hava vit sett tveimum tónleikabólkum stevnu. Hesir báðir bólkar eru høgt í metum í hvør sínum landi. Clickhaze er úr Føroyum og Chilly Friday er úr Grønlandi. Báðir bólkarnir hava vunnið tónleikakapping í heimlandi teirra. Í Føroyum vunnu Clickhaze Prix Føroyar. Chilly Friday vann eina kapping í Grønlandi, sum uppá fleiri mátar minnir um Prix Føroyar, men kappingin er kortini ikki heilt tað sama. Henda leygardagin sita allir fimm úr Chilly Friday og trý umboð frá Clickhaze. Tað skal eisini sigast, at sjónarmiðini hjá hesum fyrst og fremst eru teirra egnu sjónarmið ikki sjónarmiði hjá øllum bólkinum.
Tá fyrsti spurningurin er spurdur, kemur beinanvegin gongd á prátið, og blaðmaðurin roynir at fylgja, tí tað er greitt, at hesir báðir bólkar hava nógv til felags og nógv at práta um.
Stórir
Tað eru kanska ikki nógv fólk í Føroyum, ið kenna Chilly Friday. Støðan í Grønlandi er tó ein heilt onnur, tí har eru teir so at siga tann ?størsti? bólkurin. Chilly Friday er mannað við grønlendingum, og tað er eisini í Grønlandi, at bólkurin fyrst og fremst hevur spælt.
Fløgan hjá teimum hevur selt eini 4000 eintøk, og hetta er at rokna sum met. Sovorðin tøl hoyra til tað ógvuliga sjáldsama - eisini í Føroyum.
Bólkurin vann eisini eina tónleikakapping í Grønlandi. Henda kapping verður samanborin við Prix Føroyar, men kappingarnar eru tó ikki heilt tær somu. Sjálvir siga teir í Chilly Friday, at tað kendist sum um, at teir ikki luttóku, tí teir fóru bara á pallin einaferð, og síðani høvdu teir vunnið.
Í øllum førum vann bólkurin hesa góðu kapping, og ein partur av vinninginum var at sleppa uttanlands at spæla. Í hesum sambandinum hava teir lagt leiðina framvið Føroyum, men teir hava eisini spælt á so frægum støðum sum í Tivoli.
Sjálvir siga teir tað vera stuttligt at sleppa út um teirra egna land við teirra tónleiki, og tað er so avgjørt eisini eitt ynski at sláa ígjøgnum uttanlands, hóast hetta ikki er høvuðs endamálið.
Chilly Friday spælir eitt slag av rokktónleiki, sum minnir einamest um amerikanska rokktónleik. Henda sambanbering skal standa fyri egna rokning. Leygardagin var tað eisini onkur sum bar fram, at tónleikurin hjá Chilly Friday hevði nakað serstakt grønlendskt í sær.
Higartil hevur bólkurin givið eina fløgu út, men teir hava ætlanir um at fara í upptøkuhøli seinni í hesum árinum.
Manningin telur fimm, og teir eru: Jan De Vroede, klaver, Henrik Møller Jensen, bass, A. Larsen, gittar, Alex Andersen, trummur og Malik Kleist, sang.
Røturnar
Tá spurt verður um uppruna og endamál hjá hesum báðum bólkunum, so eru svarini eitt sindur ymisk. Clickhaze er í stóran mun sprotið úr øðrum bólkum, og tað lá eisini meira ella minni ein hugskot aftanfyri bólkin. Hetta hugskot var, at gera teirra egna tónleik. Tónleikurin skuldi ikki vera tann vanligi konsert tónleikurin í Føroyum, og hann skuldi vera egin og góður.
Limirnir í Clickhaze vísa á, at tey eru rættiliga ymisk tónlistarliga, so tey umboðaðu eina rættiliga blanding.
Bólkurin hevur eisini skift kós eitt sindur við tíðini, men tað hevur altíð verið eitt aðalmál at ?halda fast í? í rótunum. Í hesum sambandi nevna teir eisini fløguna hjá Sepultura ?Roots? sum íblástur.
Tað kemur veruliga glið á práti, tá íblástur kemur upp at venda, og tað vísir seg, at íblásturin, sum bólkarnir hava fingið, kemur oftani frá teimum somu bólkunum.
Hjá Chilly Friday snýr tað seg fyrst og fremst um at gera góðan tónleik, siga teir. Bólkurin er heldur ikki so øgiliga gamal. Teir hava eina spæligleði, sum er grundleggjandi motivatiónin aftanfyri bólkin. Teir kunnu ikki liva av at spæla tónleik í Grønlandi, hóast teirra seinasta fløga hevur kastað eitt sindur av sær.
Báðir bólkarnir eru samdir um, at tað hevði verið stuttligt og spennandi at sligið ígjøgnum uttanlands, men hetta er ikki teirra høvuðsmál.
Tankin um at gerast eitt produkt er ræðandi fyri bólkarnar báðar.
-Dreymurin er ikki at koma uppá eina plakat, men heldur at sleppa at gera tað, sum man elskar, sigur Petur Jensen úr Clickhaze.
-Størsti dreymurin er at liva av tónleikinum onkrastaðni í verðini, siga teir í Chilly Friday.
Bólkarnir tykjast á einum máli um, at tað skal nógv til at sláa ígjøgnum, men teir ætla tó ikki at sleppa rótunum av hesari orsøk.
Ber ikki til at samnbera
Tá limirnir í teimum báðum bólkunum verða bidnir um at siga eitt sindur um tónleikastílin hjá hvørjum øðrum, eru teir skjótir at svara.
-Tykkara tónleikur er ógvuliga tvíbýttur, og tit hava samstundis tykkara heilt egna tónleikastíl, sigur trummusláarin í Chilly Friday.
-Eg haldi so avgjørt, at tú kanst hoyra nakað grønlendskt í tykkara tónleiki, sigur Jón Tyril úr Clickhaze.
Bólkarnir eru eisini rættiliga ymiskir. Tað verður eisini ført fram, at Clickhaze kanska meira arbeiða í myndum við teirra ljóði enn Chilly Friday.
Clickhaze syngja so at siga einans á enskum, meðan Chilly Friday hevur onkran grønlendskan tekst.
-Hóast tú kanska ikki slært ígjøgnum við at hava grønlendskar tekstir, so er hetta nakað, sum vit hava valt at gjørt, siga teir í Chilly Friday.
Hjá Clickhaze er tað serliga Petur Jensen, sum stendur fyri at skriva tekstir. Jón og hini í bólkinum hava eisini oftani heitt á hann um at gera meira við at skriva føroyskar tekstir. Jón sigur, at tað kennist eitt sindur falskt at standa á pallinum og syngja enskar sangir.
Tað lagið, sum er vorðið ein sonn landaplága í Grønlandi hjá Chillu Friday er á grønlendskum. Limirnir í Clickhaze at fara at gera meira føroyskar tekstir, men teir mugu taka í egnan barm, tá tað skal leitast eftir orsøkini.
-Eg haldi meg ikki til at skriva tílíkar tekstir á føroyskum. Tað kennist bara ikki nóg gott, sigur Petur Jensen um orsøkina til, at teirra tekstir eru á enskum.
Málið er ein munur á báðum bólkunum, men hetta er samstundis heldur ikki tann einasti. Meðan prátið gongur uppá tað besta, og samanberingarnar gerast betri og betri, so letur tað frá klaverspælaranum hjá Chilly Friday, at tað í veruleikanum ikki ber til at samanbera, tí bakgrundirnar eru so ymiskar. Tað finst bara entin góður tónleikur ella vánaligur tónleikur, sigur hann, og hinir taka allir undir við honum, so lata vit tað standa við hesum.