BISKUPSVAL
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Umframt at vera prestur er Jógvan Fríðriksson væl kendur sum fyrilestrahaldari í Føroyum. Nógvir eysturoyingar hann eisini sum studentaskúlalalærara, og hann hevur leingi verið ein av fremstu kreftunum í Felagnum fyri kirkjuráðslimir.
Hví hevur tú valt at lata teg stilla upp sum bispur?
- Síðani eg var smádrongur havi eg gingið í kirkju, og eg kenni hana sum mítt andaliga heim og eksistens, sigur Jógvan Fríðriksson, sum leggur dent á, at sambært honum er Fólkakirkjan ein eind, hóast fólkini eru ymisk.
- Hetta er fyrstu ferð, at eg havi skulað marknaðarført meg sjálvan, flennir prestur, sum tó undirstrikar, at tað týdningarmiklasta er, øll í kirkjuni hava tað gott tann 26. november – tvs. dagin eftir, at nýggi bispurin er vígdur.
- Biskupsstarvið er eitt spennandi starv, sigur Jógvan Fríðriksson, ið rósar núverandi bispi, Hans Jacob Joensen, fyri at hava bygt upp eitt sekretariat skrivstovu, professionella umsiting og lagt eitt stórt arbeiði í at gera nýggjar kirkjulógir.
Hvussu ætlar tú tær at vera ein góður leiðari fyri prestarnar og kirkjuna annars í Føroyum?
- Høvuðsuppgávan verður at fáa sekretariatið út til fólkið.
- Eg ætli mær at vitja øll kirkjuráðini áðrenn 2008 er úti, og taka pulsin av lokaløkjunum, sigur Jógvan Fríðriksson, ið heldur hetta vera meira nærverandi enn at hittast við skrivstovuborðið.
- Hetta ber til hjá komandi bispi, tí basan er løgd av núverandi bispi.
Familjan stuðlar
Jógvan Fríðriksson viðgongur, at hetta fer at krevja nógva ferðing. Men um hann verður valdur, er ætlanin at kombinera ta nógvu ferðingina við tað heimliga, sum hann tekur til. Prestur greiðir frá, at børnini nú eru vaksin, og konan verður helst heima og hjálpir honum ta fyrstu tíðina, um hann verður bispur.
- Men hava kirkjuráðini heldur hug at vitja í Bispagarðinum, so eru tey eisini vælkomin til tað, sigur Jógvan Fríðriksson.
Hann greiðir frá, at viðurskiftini sum kunnugt hava verið spent í Fólkakirkjuni, men um hann verður bispur, fáa allir prestarnir eitt blað, har spurt verður, hvat hann kann gera fyri tey.
- Fái eg einki svar, gangi eg út frá, at alt er í ordan. Trívist tú ikki, so sig frá. Sigur tú einki, so hevur tú sjálvur ábyrgdina, sigur Jógvan Fríðriksson, ið sigur seg vilja vera opnan og vilja samstarva.
- Ein góður stjóri er ikki altíð tann klókasti, men ein, sum klárar at fáa sítt arbeiðsfólk at arbeiða best kvalitativt.
- Ætli eg mær at vera biskupur í Føroyum, so ætli eg sjálvandi at luttaka á onkrum fundi her og har av og á. Men eg ætli eisini at fáa prestarnar meira uttanlands, sigur Jógvan Fríðriksson.
- Vit skulu gera hvat vit kunnu, fyri at fáa kirkjuna meira vitjaða, sigur Jógvan Fríðriksson, ið somuleiðis heldur, at fyri at hetta skal røkkast, so skulu prestarnir fáa meira íblástur.
- Hetta nýtist ikki at kosta so nógv, men kann vera ein annar máti at vera saman uppá. Prestarnir kundu t.d. hildið totalt frí 2-3 dagar um árið á t.d. Ørkini í Reykjavík ella Hotel Norð á Viðareiði. So kundu einir tveir-tríggir verið á vakt, og restin kundi verið saman til andakt, fundarvirksemi, fyrilestur og hugna. Tað er ein fortreyt fyri innanhýsis trivnaði, at prestarnir onkuntíð eru í sama rúmi samstundis. Starvsfólkadagar við keyptum fyrilestrum. Nútíðar leiðsla raðfestir starvsfólkarøkt ovast, tí nøgd starvsfólk geva viðskiftafólkinum væl meira, og nøgd viðskiftafólk geva eitt jaligt afturljóð, sigur Jógvan Fríðriksson.
Hann metir eisini, at leikfólkið endiliga ikki skal gloymast, og minnir á, at viðhvørt verður føroyska kirkjan kallað ein leikmannakirkja. Í hesum viðfangi nevnir hann týdningin av, at hava gott samstarv, tá talan er um alternativar guðstænastur, aftankvirru, matiné, ungdómsguðstænastu o.s. fr.
- Vit skulu aftur til tað objektiva í Kristusi, sigur Jógvan Fríðriksson og sipar til rákini í dag, ið hann metir bera brá av tí individuella, har ov nógv eftir hansara tykki snýr seg um tann einstaka.
Prestur kallar hetta eina kollektiva, sakramentala veking, har tað ikki er tað persónliga, men Kristus, ið dentur aftur skal leggjast á.
- Dópurin og altarborðið eru lykilin, sigur Jógvan Fríðriksson, ið heldur, at kirkjufólk skuldu fingið høvi at fingið undirvísing ella komið saman í lestrarbólkum t.d. sunnudag seinnapart ella mánakvøld í hugtøkum sum náði ella trúarjáttan.
Prest til heilsuverkið og vinnulívið
Hvørjar verða høvuðsuppgávurnar hjá bispi?
- Tað er týdningarmikið, nú vit hava yvirtikið kirkjuna, at vit ikki fara fíggjarliga út av eggini. Tað krevst neyv stýring, so kirkjuskatturin ikki eksploderar, sigur Jógvan Fríðriksson.
Presturin á Gjaranesi metir, at neyðugt verður at seta ein prest í Hoyvík sum skjótast og møguliga ein barna- og ungdómsprest Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.
Jógvan Fríðriksson hevur nógvar hugsanir um, hvussu kirkjan kann skipa síni tilboð í framtíðini og ikki minst, hvussu kirkjan kann fíggja tey. Hann vísir á, at í allari speki í hesum árum verður víst á, at átrúnaður hevur nógv at siga fyri, hvussu fólk liva, og hvussu heilsustøðan hjá teimum er.
Hann heldur tí, at ein andalig dimensión átti at verið í heilsuarbeiðnum, og at Almanna- og heilsumálaráðið átti at endurrindað fyri tað arbeiðið, ið prestur ger á Ríkissjúkrahúsinum.
Í Danmark hevur seinastu árini verið gjørdar royndir við sokallaðum vinnulívsprestum, og hetta er eisini nakað, ið Jógvan Fríðriksson heldur, at Føroyar áttu at roynt.
- Arbeiðsmarknaðurin átti at havt sín prest t.d. tá hóttafall og uppsagnir vóru upp á tal, sigur Jógvan Fríðriksson, ið skemtiliga, men við einum broddi av álvara, leggur afturat, at fyritøkur í Danmark flúgva til Afrika fyri at sita við krossaðum beinum og hyggja upp í himmalinum.
Sjálvur metir Jógvan Fríðriksson, at vinnulívið skuldi verið til at goldið fyri ein slíkan prest, og hetta hevði verið »peanuts« hjá teimum, sum hann tekur til.
Mentamálaráðið keypa serkunnleika frá prestum
Jógvan Fríðriksson leggur stóran dent, at kirkjan eigur at hava eina jaliga sjálvsfatan, ein positivan tóna, so fólk skulu kenna seg væl, tá tey hava verið í samband við hana.
- Vit mugu sjálv út at skapa trivnað skapa positivt afturljóð og vera positivt andlit í okkara fólki.
- Kirkjan skal ikki vera alt, men hon skal hava rúm fyri øllum menniskjum. Hon skal vera skjól í einum turbulentum og rokmiklum gerandisdegi.
- Tað er ikki bara bispur, sum skal vera sjónligur, men øll kirkjan, sigur Jógvan Fríðriksson, og nevnir eitt nú blaðið Kirkjutíðindi, har hann sjálvur hevur verið blaðstjóri seinastu árini.
Jógvan Fríðriksson nevnir eisini tað stóra fyrisitingarliga arbeiðið, sum skal gerast í sambandi við arbeiðið, og í hesum sambandi metir hann tað hava týdning, at kirkjan ikki kemur ov seint, men hevur eitt miðvíst samstarv við Mentamálaráðið.
- Um eg verði bispur, vildi eg mælt til, at Mentamálaráðið átti at keypt ekspertisu frá prestum, so ein ella tveir prestar vórðu keyptir leysir. Tað tekur ov langa tíð, um fólk skulu hava hetta arbeiðið við síðuna av, sigur Jógvan Fríðriksson.
Varðveita ritual og liturgi
Hvørjar verða tær størstu avbjóðingarnar hjá føroysku fólkakirkjuni næstu árini?
- At varðveita breiddina. Eg vil alvorliga siga við allar prestar, eisini meg sjálvan, eisini rørslurnar, at næsta árið skulu vit finna hóvliga saman, leggja vápnini og virða hvønn annan.
- Vit skulu í felag sita saman og gera kirkjuna til eitt trivnaðarpláss.
- Vit eiga at finna fram og byggja upp í sátt. Vit halda ofta, at fimm milliónir skulu á borðið fyri at gera okkurt. Men trivnaður kemur av at analysera ein sjálvan. Kynstrið er at vera saman í ymiskleikanum, og at vera ósamdur saman.
- Kirkjan skal varðveita tey gomlu eyðkennini, sálmar og traditiónir. Nógv fólk t.d. rithøvundar og tónleikarar arbeiða saman við sálmabókanevndini. Sálamabókin er góð, men tað ger einki, um eitt nú okkurt anglikanskt kemur uppí.
Kirkjan hevur ein bygnað, sum ikki skal kappast við alt annað og fáa ein møtiform, vit skulu við smávegis dagføringum - t.d. málsligum - varðveita liturgi og ritual, sigur Jógvan Fríðriksson.
Um ritualini fortelur sjóvarprestur um eina ferð hann sum ungur prestur á Viðareiði hevði eina brúðarvígslu í Christianskrikjuni. Sjálvur helt Jógvan Fríðriksson, at ritualið var ov drúgt, men tá segði deknurin við hann:
- Um nakað er ov langt, so er tað tín prædika, tí ritualið sigur alt.
- Vit skulu halda fast við tað, vit hava, tað dygdargóða arvagóðsið, sum er slitstyrkin í Fólkakirkjuni, sigur Jógvan Fríðriksson.
-- -- -- -- -- -- -- -- --
--- --- -- -- -- -- --
Sosialurin prentar í hesi vikuni samrøður við øll valevnini til biskupsvalið. Í dag verður prátað við Jógvan Fríðriksson, prest.