Varðveita gýtingarstovnin oman fyri 2,5 mió. tons

Men málið er, at gýtingarstovnurin er oman fyri 5 mió. tons, sigur Jørgen Niclasen í viðmerkingum til uppskot um avtalu um fyrisiting av várgýtandi norðhavssild

ÓLAVUR Í BEITI


Í viðmerkingunum til uppskotið verður greitt frá, at tann 20. oktober 1999 varð semja gjørd millum strandalondini Føroyar, Ísland, Noreg, Russland og ES um eina skipan um fyrisiting av várgýtandi norðhavssildini fyri 2000.

Fyri 1996 komu tey 4 strandalondini Ísland, Føroyar, Noreg og Russland ásamt um eina heildarveiði, men ES ásetti sína egnu sildakvotu. Í desember 1996 varð ein 5-landa avtala gjørd millum strandalondini Føroyar, Ísland, Noreg, Russland og ES um fyrisiting av fiskiskapinum í 1997. Hesi somu lond gjørdu í oktober 1997 og oktober 1999 avtalu um fyrisiting av fiskiskapinum í ávikavist 1998 og 1999.


Stovnurin vaksin

? Í nítiárunum er stovnurin av norðhavssild vaksin nógv. Sildin er farin aftur í Norska Havið at ferðast og er komin í føroyskan og íslendskan sjógv. Tó tykist stovnurin ikki enn varandi at hava tikið upp aftur sítt gamla ferðingamynstur, tí útbreiðslan millum fiskileiðirnar hevur verið skiftandi á hvørjum ári, sigur Jørgen Niclasen.

? Grundarlagið undir ásetingini av heildarkvotuni fyri 2000 var tilmælið frá ICES um støðuna og útlitini fyri norðhavssildastovnin og ein frágreiðing, sum ein arbeiðsbólkur av fiskifrøðingum og fólki frá umsitingini hjá strandalondunum saman hava gjørt um hóskandi fyristing av norðhavssildastovninum í stutttíðar og langtíðar høpi.

? ICES metir, at sildastovnurin er væl fyri og er innan fyri lívfrøðiliga tryggar karmar. Tey seinastu tvey-trý árini er stovnurin vaksin nógv, tí teir góðu árgangirnir frá 1991 og 1992 eru komnir inn í fiskiskapin. Tilgongdin síðani hevur ikki verið eins góð, og tí er ikki møguligt at halda fram við verandi fiskiskapi, uttan at stovnurin minkar. ICES mælir til, at veiðan í 2000 ikki fer upp um 1,5 mió. tons.


Tiltøk

? Á fundinum í Tórshavn samdust strandalondini um, at til tess at skapa fortreytir fyri, at tilgongdin til stovnin verður varðveitt á einum hóskandi sannlíkindastøði, skal øll orka leggjast í at varðveita gýtingarstovnin oman fyri 2,5 mió. tons.

? Til tess at seta í verk henda málsetning samdust partarnir um, at frá 2001 skal veiðitrýstið verða minni enn 0.125; verandi ovasta mark er 0.15. Harumframt var semja um at taka ávís stig, treytað av hvussu gýtingarstovnurin er fyri. Málið er, at gýtingarstovnurin er oman fyri 5 mió. tons, sigur Jørgen Niclasen í viðmerkingunum.


Býtið

? Avtalan ásetir ikki endaliga býtið av rættindunum til norðhavssildina millum strandalondini, men partarnir eru samdir um framhaldandi at kanna ferðingarmynstrið hjá sildini og at nýta ferðingarmynstrið sum ein part í ásetingini av býtinum millum londini. ST-avtalan um ferðandi fiskastovnar verður eisini nýtt sum grundarlag fyri umsitingini av stovninum.

? Í sambandi við ásetta MLV?ið fyri 2000 samdust partarnir um at taka hóskandi stig í framtíðini til tess at tryggja, at veiðistøðið tey komandi árini verður sett í mun til eina heildarætlan fyri stovnin, og at veiðistøðið, um neyðugt, verður minkað í mun til verandi heildarveiði, sigur fiskimálaráðharrin m.a. í viðmerkingunum.