Varðveita friðin 1. mai

- Arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava avgjørt at leingja sáttmálan til mikudagin 2. mai á midnátt. Sáttmálin gongur út 1. mai, men samráðingarnar um nýggjan sáttmála eru í gongd, og tískil verður sáttmálin longdur.


Tað skriva Arbeiðarafeløgini í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum fyri løtu síðan. Upplýst verður, at orsøkin til at sáttmálin verður longdur ein dag er tí, at arbeiðarafeløgini halda 1. mai.


Í Tórshavn verður arbeiðaradagurin hildin kl 15 á vaglinum í Havn, har Elin Sørensen, næstformaður í Føroya Arbeiðarafelag, Absalon Hansen, næstformaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Heðin Mortensen halda røðu og Havnar Hornorkestur spælir.