Var væl fyrireikaður

Eysturríkski landsliðsvenjarin, Dietmar Constantini, var í Føroyum og hugdi at Serbia-dystinum, og tað var hann fegin um leygarkvøldið. – Tað gjørdi, at eg var væl fyrireikaður undan hesum dystinum, segði hann eftir eysturríkska 3-1 sigurin í Graz

FÓTBÓLTUR

 

– Vit taptu jú ímóti Føroyum á sinni, so øll vita, hvat kann henda. Men eg vildi ikki verða næsti landsliðsvenjarin hjá Eysturríki, sum kom í ta støðuna, so tí eg eri fegin um, at eg valdi at hyggja at Føroyum áðrenn, segði venjarin hjá Eysturríki, Dietmar Constantini, tá Sosialurin hitti hann eftir dystin í Graz leygarkvøldið.

– Føroyar spæla sera góðan kontrafótbólt, men tað høvdu vit fyrireikað okkum uppá, og tað gjørdi, at vit kundu vinna í dag. Eg hevði stóra virðing fyri føroyska liðnum, og tí haldi eg, at tað eisini eydnaðist at leggja eina ætlan fyri dystin, ið helt allan vegin.

Constantini, ið hevur verið líka leingi landsliðsvenjari hjá Eysturríki, sum Brian Kerr hevur verið tað hjá Føroyum, fegnaðist um sigurin og ásannaði, at skjóta málið gjørdi munin.

– Tað hjálpti okkum sera væl, at vit fingu eina sera góða byrjan, men síðani tóku vit okkum helst í so nógv av løttum. Í einum slíkum dysti áttu vit vanliga havt fingið eini tvey mál aftrat, men nú dysturin er av, eri eg nøgdir við at vinna 3-1, segði eysturríkski landsliðsvenjarin.

 

Gott seint mál

– Øll væntaðu, at vit skuldu vinna dystin, men eg var sannførdur um, at tað neyvan fór at verða so lætt. Tit fingu eitt sera gott mál ímóti okkum, og vit kundu bara fegnast um, at tit fingu tað so seint í dystinum, segði hann.

Nú øll liðini í HM-undankappingarbólki 7 hava spælt sjey dystir, er Eysturríki á triðja plássi, fýra stig aftan fyri Frakland og heili átta stig aftan fyri Serbia.

– Eg taki ein dyst í senn, men eg eri eingin droymari. Vit eru í bólki saman við Serbia, Fraklandi og Rumenia, sum øll eru betri enn vit, og framvegis hava vit dystir eftir ímóti Rumenia, Litava og Fraklandi, so vit fáa at síggja, segði fryntligi og fyrikomandi venjarin.

Dietmar Constantini vildi annars fegin sleppa at senda føroyingum eina heilsan og takka fyri blíðskapin, tá hann var í Føroyum.

– Øll vóru sera blíð og fyrikomandi, og tað vil eg fegin takka tykkum fyri, segði hann.