Tað var á ferðini í USA, at pávin fyri fyrstu ferð greiddi frá sínum ungu árum, tá nazistarnir ráddu fyri borgum í Týsklandi. Millum annað segði hann, at hann bleiv tvingaður upp í Hitlerjugend, sum var ungdómsdeildin hjá nazistaflokkinum NSDAP. Tað var skylda hjá øllum týskum ungdómi millum 14 og 18 ár at vera limir í Hitlerjugend.
Benedikt pávi greiddi eisini frá, at ímóti endanum á seinna heimsbardaga bleiv hann sendur í herin, men at hann flýddi haðani. Eitt skifti var hann krígsfangi, og tá hann slapp leysur, fór hann at lesa guðfrøði.