Tað hevur verið fitt av vindi í morgun, og umleið klokkan seks varð ringt til løgregluna at ein presending av einum treylara lá mitt á vegnum og var til ampa fyri ferðsluna.
Løgreglan sigur, at tey fóru á staðið og fingu hana av vegnum, og fingu bundið hana.
Men í hesum sambandi minna tey førarar á treylarum og lastbilum, á at ansa eftir at lastin er tryggja, so at teir ikki missa nakað á vegin, tí tað kann fáa álvarasligar avleiðingar.
Í gjáramorgunin ringdi ein útlendskur ferðamaður til løregluna at boða frá, at hann hevði koyrt seg fastan uppi á Sornfelli í einum leigubili. Hann var farin ov langt inn á eitt vendipláss, og har var so bleytt, at hann stóð fastur.
Løgreglan sigur, at tey góvu felagnum, sum átti bilin og tey fingu so hjálpt honum burtur úr knípuni.











