Johnny Casanova úr San Marino ikki væl frá uppgávuni sum dómari í landsdystinum millum Kasakstan og Føroyar í gjár, ið Kasakstan vann 2-1, eftir at Fróði Benjaminsen hevði lagt okkum á odda. Serliga er tað tvær dømingar, sum føroysku spælararnir ikki halda var í lagið.
Fimm minuttir inn í seinna háálvleik bríkslar hann fyri brotssparki til Kasakstan, tá, at síggja til, ein kasakstanskur spælari tveitur seg um beinini á Rógva Baldvinsson. Jónas Tór Næs fær gult kort fyri at mótmæla og kann ikki spæla móti Týsklandi týskvøldið.
Síggj samandrátt frá dystinum umvegis Youtube við at trýsta HER.
Tiggju minuttir seinni vilja føroysku spælararnir vera við, at kasakstanskur spælari rangstaddur í uppspælinum til 2-1 málið. Hetta tykjast bæði Jónas Tór Næs og Jóhan Torest Davidsen púra sannførdir um.
Nú ber til at endursíggja støðurnar, men tíverri er framleiðslan, sum er gjørt av kasakstanskum sjónvarpið, út av lagið vánalig. Brotssparksstøðan verður bara víst umaftur eina ferð, meðan rangstøðustøðan heldur ikki gevur eitt greitt svar.
Heldur tú at talan var um brotsspark og var maðurin rangstaddur í uppspælinum?










