Løgreglan hevur lagt nógva orku í at finna orsøkina til vanlukkuna á Roskilde Festivalinum, har ein 35 ára gomul týsk kvinna datt úr einum sonevndum rennistrongstorni, og doyði.
Løgreglan sigur nú við Ekstrablaðið, at komið er fram til, at talan var um sjálvmorð.
Kvinnan fór út um girðingina og á eitt trygdarnet, ið skrædnaði undan, so kvinnan datt eini 30 metrar niður.










