Var ræðuligt men neyðugt

TROMSØ: Skuldsetti drápsmaðrin, Anders Behring Breivik, verður eftir øllum at døma skuldsettur eftir einari serligari terrorlóg, sum kann geva upp til 21 ára fongsul.

Løgreglan hevur ikki enn sagt nakað um, hvat Breivik hevur sagt undir avhoyringunum, men verjin hjá honum, Geir Lippestad, segði fyri løtu síðani við norskt TV2, at Anders Behring Breivik hevur játtað illgerðirnar, men noktaði fyri skuldarábyrgdini.

Lippestad segði, at Anders Behring Breivik í smálutum greiddi frá, hvat hann hevði gjørt, og eisini fyri ein part hví, men verjin vildi ikki endurtaka nakað av hesum.

Í grundlógaravhoyringini, sum verður mánadagin, fer Breivik at greiða frá, hvat hann gjørdi og hví, segði Geir Lippestad við TV2.

Verjin hja Breivik váttaði eisini bæði video’ið og ideologiska manifestið, sum drápsmaðurin hevur lagt út á internetið.

Somuleiðis váttaði Lippestad, at Breivik hevði viðgingið at hava gjørt bumbuma av kunsttøðum.

Við TV2 segði Lippestad, at tað var gjørt Anders Behring Breivik greitt, hvussu ræðuligar hansara gerðir vóru. Sambært verjanum segði drápsmaðurin, at tað var ræðuligt, men neyðugt, sum hann gjørdi.

Videoklippið hjá Anders Behring Breivik sæst á linkinum niðanfyri:

www.youtube.com/watch